Dreymaliðið er eitt ÓKEYPIS fótbóltsspæl, sum tekur støði í Vodafonedeildini. Tú
keypir tínar yndisleikarar og mannar títt egna lið, sum tú skalt stýra gjøgnum
kappingina. Við atliti til hvar teir spæla, hvørjum teir spæla við og hvussu
nógvar pengar tú eigur, er tað tín uppgáva at fáa sum mest burtur úr teimum 11
leikarunum, sum tú velur. Leikararnir fáa stig, alt eftir hvussu teir standa
seg í veruleikanum, og tú kappast við onnur Dreymalið.
Ger tína egnu minikapping og kappast við tínar vinir og fíggindar bæði í
tykkara egnu kapping og í tí stóru kappingini - alt ÓKEYPIS.
|