|
1. Luttakarar velja leikarar úr Vodafonedeildini. Á liðnum hjá tær skulu
vera:
1 málverji
4 verjuleikarar
4 miðvallarleikarar
2 álopsleikarar
Samlaða virðið á liðnum hjá tær má frá byrjan ikki vera meir enn 650.000 krónur,
samsvarandi við prísirnar, sum teir eru ásettir av Dreymaliðið. Virðið á liðnum
kann minka og vaksa, sum líður út á kappingina.
Tú kanst bert hava 3 leikarar frá sama felag, um tú longu hevur tríggjar ella
fleiri leikarar úr tí felagnum á tínum liði.
2.Liðið hjá tær fær stig alt eftir hvussu tínir leikarar standa seg í
hvørjum umfari. Stigini verða givin soleiðis:
|
Málverji
|
|
|
|
Reint mál
|
|
4
|
|
Hvørt mál ígjøgnum
|
|
-1
|
|
Hvørt bjargað brotsspark (skot sum ikki raka málið íroknað)
|
|
5
|
|
Hvørt mál skorað
|
|
20
|
|
|
|
|
|
Verjuleikari
|
|
|
|
Reint mál
|
|
3
|
|
Hvørt mál ígjøgnum
|
|
-1
|
|
Hvørt mál skorað
|
|
5
|
|
|
|
|
|
Miðvallari
|
|
|
|
Reint mál
|
|
1
|
|
Hvørt mál skorað
|
|
3
|
|
|
|
|
|
Álopsleikari
|
|
|
|
Hvørt mál skorað
|
|
2
|
|
|
|
|
|
Leikari á vinnandi liði
|
|
2
|
|
Leikari í javnleiki
|
|
1
|
|
|
|
|
|
Eyka stig fyri hattrikk
|
|
10
|
|
|
|
|
|
Leikari fingið gult kort
|
|
-2
|
|
Leikari fingið reytt kort (íroknað stig fyri gul kort frammanundan)
|
|
-5
|
|
Hvørt sjálvmál gjørt av leikara
|
|
-5
|
Ein innskiftur leikari fær stig sum um hann var við allan dystin, líkamikið nær
hann varð skiftur inn. Ein leikari fær stig eftir hvar á vøllinum hann spælir í
Dreymaliðið, líkamikið hvar á vøllinum hann spældi í dystinum.
3. Spælið gongur yvir 27 umfør, sum ávíst av Dreymaliðið. Um ein dystur
verður fluttur ella útsettur og ikki verður leiktur áðrenn tað ávísa umfarið
endar, fáa leikararnir í tí dystinum eingi stig fyri tað umfarið.
4. Luttakarar kunnu keypa og selja leikarar alt kappingarárið, tó kostar
hetta 1 stig fyri hvørja útskifting ið verður framd. Um tú t.d. skiftir allar
11 leikararnar út eitt umfar, kostar hetta 11 stig fyri títt Dreymalið og
stigini verða tikin av tínum samlaðu stigum beint eftir komandi umfar.
Flytingargluggin steingir umleið 30 minuttir áðrenn fyrsta dyst í umfarinum og
letur upp aftur umleið 24 tímar eftir síðsta dyst í umfarinum.
Bert lið við leikarum á øllum 11 plássunum fáa stig. Lið við færri enn 11
leikarum fáa 0 stig fyri tað umfarið.
5. Dreymaliðið rættar allar villur, sum kunnu taka seg upp í útrokningini
av stigum. Rættingar ávirka ikki úrslit og vinningar (um nakrir), sum
Dreymaliðið hevur almannakunngjørt.
6.Har tvey ella fleiri lið eru jøvn í stigum, tá spælið er endað, vinnur
tað liðið, sum hevur fingið flest stig í einum einstøkum umfari. Um tað
framvegis stendur á jøvnum, verður hugt eftir næstbesta umfarinum hjá liðunum,
o.s.fr. Um tvey ella fleiri lið framvegis standa á jøvnum, eftir at øll
umførini eru samanborin, verður vinnarin funnin við lutakasti. Um tvey ella
fleiri lið eru jøvn í stigum eftir eitt umfar, vinnur liðið, sum hevur leikaran
við flestu stigum tað umfarið. Um bestu leikarar hjá tveimum ella fleiri liðum
eru javnir í stigum, verður hugt eftir næstbestu leikarum, o.s.fr. Um tvey ella
fleiri lið framvegis standa á jøvnum, eftir at allir leikararnir eru
samanbornir, verður vinnarin av umfarinum funnin við lutakasti.
7.Dreymaliðið tekur sær rætt til at sýta liðum, hvørs nøvn ikki eru
borðbær, luttøku í kappingini.
8.Dreymaliðið tekur sær rætt til at broyta hesar reglur, nær í spælinum
tað skal vera. Luttakarar fáa boð um møguligar broytingar gjøgnum teldupost (um
teir hava góðtikið at fáa teldupost frá Dreymaliðið). Allar avgerðir, sum
Dreymaliðið tekur viðvíkjandi reglum og spælinum, eru endaligar.
|